Innanlands

Fyrireikingarnar til Norðoyastevnuna halda fram

Í samráð við Pál Weihe er avrátt, at fyriskipanirnar kunnu ganga sína gongd - støðan við fáum nýggjum koronutilburðum seinastu dagarnar, og at hildið verður at gott tak er á smittuketuni, ger tað. Freistin at koma á skránna er í morgin

Fyrsta summarstevnan verður eftir ætlan í Klaksvík fyrsta vikuskifti í juni. Freistin at koma á Norðoyastevnuskránna er í morgin (Mynd: klaksvik.fo)

Fyrsta summarstevnan verður eftir ætlan í Klaksvík fyrsta vikuskifti í juni. Freistin at koma á Norðoyastevnuskránna er í morgin (Mynd: klaksvik.fo)

2021-05-27 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av ársins summarstevnum er Norðoyastevnan í Klaksvík, sum eftir ætlan verður fyrsta vikuskifti í juni.

Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, men Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at nakað av stígi kom í. Hetta var eftir at nógvir koronutilburðir vórðu staðfestir um hvítusunnuna. 

Nú er tó aftur ein nýggj støða:

- Í samráð við Pál Weihe, yvirlækna er avrátt, at fyriskipanirnar kunnu ganga sína gongd, tí sum støðan er nú við fáum tilburðum, eins og hildið verður at gott tak er á smittuketuni – samstundis sum nógv fólk eru í sóttarhaldi, ber til at miðja eftir, at Norðoyastevnan verður, sum ætlað 5. og 6. juni.

Heimasíðan hjá kommunu skrivar eisini, at um nakað óvæntað hendir í komandi døgum, verður støðan tikin upp av nýggjum.

Freistin fyri at koma  á Norðoyastevnuskránna er fríggjadagin 28. mai. Í fjør var kappróður, men annars var tað mesta á Norðoyastevnuni hildin á alnótini. Hesaferð verða í øllum førum onnur tiltøk, so sum onkur serlig listaframsýning. Fyrsti FM-róðurin verður eisini á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder