Tað er við gleði og eyðmýkt, at farið verður undir at fyriskipa nýggjan festival næsta ár, siga fyriskiparar av Summar Festivalinum, nú ársins festivalur er liðugur.
– Hetta var ein av bestu festivalum, sum hava verið hildnir. Konsertirnar vóru góðar, veðrið spældi við, og nógv fólk hugnaðu sær. Framførslur á hesum festivali fara at standa eftir sum stórar og minniligar løtur.
Økið á Vágsbø var eitt vet minni, nú mentanarhús verður bygt, og var talið á gestum tí avmarkað nakað í ár. Sambært fyriskiparunum vóru uml. 8.000 fólk á festivalinum.
Næsti Summar Festivalurin verður í døgunum 8. til 10. august, siga fyriskipararnir, sum eru sera fegnir um móttøkuna, sum ársins festivalur fekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald