Undir valstríðnum brúkti fyrrverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, ein pakka av Fisherman's Friend í einum videobroti, og tað er komið fyri oyruni á ensku fyritøkuni Lofthouse of Fleetwood, sum framleiðir vøruna.
Lofthouse of Fleetwood hevur tí biðið Aksel V. Johannesen um eina mynd av honum og einum pakka av Fisherman's Friend.
(Mynd: Aksel V. Johannesen/Facebook)
Á Facebook greiðir Aksel V. Johannesen soleiðis frá:
- Í valstríðnum keypti eg mær ein pakka av Fisherman’s Friend í Klaksvík, sum eg brúkti í einum videobroti, har eg greiddi frá nøkrum av positivu broytingunum í fiskivinnuni. Síðan er tað komið fyri oyruni á framleiðarunum í Fleetwood, at føroyski løgmaðurin brúkti Fisherman’s Friend í valstríðnum. Tí hava tey heitt á meg um at fáa eina mynd.
- Nú eg ikki eri løgmaður longur, havi eg endiliga stundir til at brúka mínar viðføddu eginleikar í lýsingavinnuni.
- Lønin var tvær eskjur av Fisherman’s Friend. Um onkur vil hava ein pakka, so siga tit bara frá.
Lofthouse of Fleetwood heldur til í fiskivinnubýnum Fleetwood í Lancashire í Onglandi. Fyritøkan er størsti arbeiðsgevari í býnum, og kendasta vøran hjá teimum er Fisherman's Friend.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald