Voxbotn í ár er skipað sum tveir konsertdagar, og ikki um ein, sum tað annars hevur verið síðani byrjanina.
Orsøkin er at eingir festivalar kundu haldast í fjør orsakað av koronu, og tí verður Voxbotn 2020 í dag, fríggjadag, meðan Voxbotn 2021 verður í morgin, leygardagin.
Burtursæð frá ólavsøku, er hetta fyrsta veruliga stóra almenna tiltak sum skipað verður fyri. Fyrr í hesum mánaðinum sleptu myndugleikarnir tilmæli um at ikki fleiri enn 500 kunnu savnast.
Nógv óvissa hevur verið, men upp á stutta tíð hava fyrireikararnir av Voxbotn skrúva eina skrá saman fyri báðar dagarnar. Stóru útlendsku nøvnini á skránni í kvøld eru Outlandish, Aura, Sanne Salomonsen og plátuvendararnir John Martin & Michel Zitron.
Í morgin eru stóru útlendsku nøvnini Burhan G, Hanne Boel og plátuvendarin Robin Schulz. Umframt útlendsk nøvn spæla nógvir føroyskir tónleikarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald