Uttanlands

Fyrrverandi afganskur tjóðartingslimur dripin í Kabul

Mursal Nabizida varð skotin í heimi sínum sunnudagin av ókendum drápsmonnum, og málið verður nú kannað, sigur afganska løgreglan

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2023-01-16 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mursal Nabizida, sum er fyrrverandi limur í afganska tjóðartinginum, varð í gjár dripin av ókendum drápsmonnum í høvuðsstaðnum Kabul.

Bæði hon og vaktur hennara lótu lív, tá skotið var eftir heimi hennara. Beiggi hennara og ein annar vaktur vórðu særdir.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan, at ein tjóðartingslimur verður dripin.

Sambært afganisku løgregluni, verður málið nú kannað, og motivið handan drápið er ógreitt, skrivar Ritzau.

Nabizada varð vald í tjóðartingið í 2018. Tá Taliban tók valdið aftur á sumri í 2021, valdu nógvir kvinnuligir politikarar at fara av landinum, men hon var ikki ein teirra.

Síðani er Taliban-stýrið komið við fleiri lógum, sum avmarka frælsið hjá kvinnum. Tær snúgva seg m.a. um, hvussu tær sleppa at vera ílatnar, og hvussu tær sleppa at ferðast í almenna rúminum.

Dagførd kl. 12.41

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder