Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter fær nú hospiceviðgerð í heimi sínum í Plains í Georgia, har hann ætlar sær at brúka sína síðstu tíð.
Tað upplýsir felagsskapur hansara, The Carter Center, sum hann stovnaði saman við konuni, Rosalynn Carter í 1982.
98 ára gamli Jimmy Carter var demokratiskur forseti í árunum 1977 til 1981. Í 2015 fekk hann viðgerð fyri krabbamein, og seinastu árini hevur hann verið innlagdur fleiri ferðir av ymiskum orsøkum, skrivar Ritzau.
The Carter Center segði í fráboðan leygardagin, sambært CNN, at Carter eftir eina røð av stytri sjúkrahúsuppihaldum nú hevur avgjørt at brúka síðstu tíð sína heima við familjuni, sum geva honum fullan stuðul.
– Eg havi havt eitt frálíkt lív. Eg havi havt túsundatals vinfólk, og eg havi havt eina spennandi, ævintýrhugaða og gleðiliga tilveru, segði Jimmy Carter í 2015, tá hann greiddi frá, at hann hevði fingið staðfest krabbamein.
Jimmy Carter er tann amerikanski forsetin, sum hevur livað longst. Tað metið hevur hann havt, síðan George H.W. Bush andaðist í 2018, 94 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald