Uttanlands

Fyrrverandi amerikanskur forseti innlagdur

Bill Clinton hevur síðan týsdagin ligið á intensivu deild við infektión. Upplýst verður, at hann er við gott mót, og at viðgerðin hevur riggað væl

Bill Clinton var forseti í árunum 1993 - 2001. Hann hevur verið innlagdur síðan týsdagin. (Mynd: EPA)

Bill Clinton var forseti í árunum 1993 - 2001. Hann hevur verið innlagdur síðan týsdagin. (Mynd: EPA)

2021-10-15 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton varð týsdagin innlagdur á sjúkrahúsi í kaliforniska býnum Orange. Orsøkin var ein infektión.

Upplýst verður ikki, hvat slag av infektión talan er um, men hon hevur einki við koronu at gera. CNN skrivar tó, at talan møguliga kann vera um blóðeitran.

75 ára gamli Bill Clinton er innlagdur á intentensivu deild, men hetta er mest fyri at verja privatlív hansara, skrivar Ritzau.

Sambært talsfólki hjá fyrrverandi forsetanum er hann í batning, og er hann við gott mót. Hann varð innlagdur til eygleiðingar, og so hann kundi fáa antibiotika og vætu. Hann verður fyribils verandi á sjúkrahúsinum til eygleiðingar, men viðgerðin hevur riggað væl, verður sagt.

Sambært CNN hevur núverandi innleggingin einki at gera við tær hjartatrupulleikar, sum Bill Clinton fyrr hevur havt. Hann varð m.a. skurðviðgjørdur í hjartanum í 2004 og 2010.

Bill Clinton var demokratiskur forseti í USA í árunum 1993 til 2001.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder