Fyrrverandi forsetin hjá FC Barcelona, Sandro Rosell, varð í dag fríkendur í einum máli um hvítvask av fleiri milliónum.
Hetta hendi eftir, at málið varð kært til Audiencia Nacional, sum er hægsti dómstólurin í Spania, sum viðger fíggjarlig brotsverk.
Sambært dómstólinum, vórðu ákærurnar ímóti Rosell ikki prógvaðar, eftir at mann hevði kannað próvtilfarið í málinum.
Sandro Rosell varð eisini fríkendur orsakað av væntandi prógvum í apríl, og tað var tá, almenni ákærin í Spania tók avgerð um at kæra dómin, skrivar DR.
55 ára gamli fyrrverandi Barcelona-forsetin varð saman við konu sínari og fýra øðrum undir illgruna fyri at hava fjalt pengar, sum tey skuldu hava fingið frá Ricardo Teixeira, fyrrverandi forsetanum fyri Brasilska fótbóltssambandið (CBF).
Talan var um uml. 20 mió. evrur (uml. 150 mió. í okkara krónum), og hetta snúði seg m.a. um sølu av sjónvarpsrættindum til royndardystir við brasilska landsliðnum frá 2006 til 2008.
Rosell hevði áður búð og arbeitt í Brasil, og hann varð ákærdur fyri at hava fingið uml. 8,4 mió. evrur, sum svarar til uml. 62 mió. í okkara krónum, fyri arbeiðið við sjónvarpsrættindunum.
Ein fyritøka, sum hann átti, skuldi eisini eitast at hava forvunnið 12 mió. evrur (90 mió. krónur) gjøgnum eina stuðulsavtalu millum Nike og CBF.
Undir rættarmálinum varð kravið um fongsulsrevsing lækkað úr 11 niður í 6 ár.
Sandro Rossell var forseti hjá FC Barcelona frá 2010 til 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald