Uttanlands

Fyrrverandi bolivianski varaforsetin fingið friðskjól í Argentina

Álvaro García Linera er ein av fýra fyrrverandi stjórnarlimum, sum hava fingið friðskjól í Argentina saman við fyrrverandi forsetanum, Evo Morales

Álvaro García Linera (Mynd: EPA)

Álvaro García Linera (Mynd: EPA)

2019-12-14 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álvaro García Linera, ið var varaforseti í Bolivia undir Evo Morales, hevur nú fingið friðskjól í Argentina.

Sambært argentinska uttanríkismálaráðnum, er hann ein av fýra fyrrverandi boliviansku stjórnarlimunum, sum hava fingið friðskjól í landinum saman við Evo Morales, fyrrverandi forseta. Linera lendi í høvuðsstaðnum, Buenos Aires, hósdagin saman við familju sínari.

Evo Morales kom eisini til Argentina hósdagin saman við fyrrverandi bolivianska heilsumálaráðharranum, Gabriela Montaño, og sambært Ritzau, er hann komin fyri at verða.

Fyrrveradi forsetin í Bolivia fór annars til Meksiko 12. november, har hann eisini hevði fingið friðskjól, eftir hann varð ákærdur fyri valsvik og tvungin at leggja frá sær.

Hildið verður, at honum dámar betur at vera í Argentina heldur enn Meksiko, av tí at tað er nærri Bolivia.

Morales vil vera við, at hann vann valið 20. oktober, men andstøðan ákærdi hann fyri valsvik, og hetta varð síðani váttað av felagsskapinum OAS (Organization of American States).

Síðan Morales legði frá sær, hevur andstøðupolitikarin og næstformaðurin í senatinum, Jeanine Añez, tikið yvir sum sitandi forseti.

Argentinski uttanríkismálaráðharrin, Felipe Sola, sigur tó, at argentinska stýrið ikki viðurkennir fyribilsstýrið hjá Bolivia, og vóna tey, at skipað verður fyri nývali skjótast gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder