Nú kanning verður sett í verk av álopinum á kongressina, forsetaborgina og hægstarættin í Brasil fyri einari viku síðani, hevur hægstirætturin avgjørt, eftir áheitan frá ríkisadvokatinum, at fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro eisini skal kannast.
Tað vóru stuðulsfólk hjá Bolsonaro, sum framdu álopið, og kravdu tey m.a., at atkvøðurnar frá seinna valumfarinum av forsetavalinum í heyst, skuldu teljast umaftur. Bolsonaro sjálvur hevur fordømt álopið og víst aftur, at hann skal hava nakað við tað at gera.
Men víst hevur verið á, at Bolsonaro undan forsetavalinum í heyst í fjør hevði sátt iva um valskipanina í Brasil, og hvussu álítandi hon var. Eisini hevur hann tveir dagar aftaná álopið, sátt iva um úrslitið av valinum.
Tað var í einari sjónbandaupptøku, sum varð deild á sosialu miðlunum, at Bolsonaro segði seg ivast í, um valið í 2022 gekk fyri seg á rættan hátt, og hóast hetta var eftir álopið, heldur ríkisadvokaturin kortini, at tað rættvísger eina kanning av fyrrverandi forsetanum og kann brúkast sum prógv í málinum, skrivar Ritzau.
Nýggi forsetin, Lula varð tikin í eið 1. januar, og nakrar fáar dagar áðrenn var Bolsonaro farin av landinum – til amerikanska statin Florida, har hann framvegis er staddur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald