Vektlyftarin Oleksandr Pjeljesjenko gjørdist tann fyrsti OL-luttakarin, sum hevur latið lív í krígnum í Ukraina. Tað skrivar NRK við The Guardian sum keldu.
Oleksandr Pjeljesjenko doyir í stríðnum fyri at verja land sítt sunnudagin. Tað váttar ukreinska olympiska nevndin.
30 ára gamli vektlyftarin gjørdist nummar fýra í vektklassanum 85 kilo á olympisku leikunum í Rio í 2016. Hann gjørdist eisini evropameistari tvær ferðir.
- Tað er vi stórari sorg at vit at vit mugu boða frá, at í dag støðgaði hjára hjá æraða ítróttameistaranum, tvær ferðir evropeiskur meistari í vektlyfting, at sláa, skrivar ukreinska OL-nevndin á Instagram.
Pjeljesjenko var útihýstir frá ítróttini í tíðarskeiðinum 2013 til 2015 orsaka av einum dopingdómi. Hann kom aftur og vann EM gull í 85 kilo klassanum í 2016. Árið eftir vardi hann meistaraheitið. Í 2018 varð hann aftur avdúkaður fyri brot á dopingreglurnar og gavst tá við at kappast.
Yvir 400 ukreinskir ítróttaíðkarar og -leiðarar sigast at hava latið lív í krígnum, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald