Til samans 52 fólk vórðu ikki afturvald til fólkatingið ella stillaðu ikki upp aftur til valið, og hesi kunnu nú gleðast um at fáa fulla løn tey næstu tvey árini.
Fráfaringarlønin er 56.494 krónur um mánaðan í upp til tvey ár. Hetta er tað sama, tey hava fingið, meðan tey hava sitið í tinginum.
Sostatt fáa tey 52 nú fyrrverandi fólkatingslimirnir til samans gott 70 mió. krónur at deila millum sín.
Fólkatingslimir kunnu, sambært núverandi reglunum, vinna sær rættin til fráfaringarløn í eitt hálvt ár fyri hvørt ár, tey hava sitið í tinginum, tó í mesta lagi tvey ár.
Sostatt hevur ein fólkatingslimur, ið hevur sitið í sessinum í fýra ár, rætt til fráfaringarløn í tvey ár.
Ein fólkatingslimur hevur eisini rætt til fráfaringarløn, um tey noyðast at gevast vegna sjúku.
Tó skal eisini mótroknast, um tey í hesum tíðarskeiðnum fáa annað lønt arbeiði.
Fyrsta árið verður einki undir 144.358 krónur mótroknað, men næsta árið verður alt mótroknað, men einki eftirlit er við hesum, sigur Roger Buch, valgranskari á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, sambært DR.
Men at fyrrverandi fólkatingslimir hava rætt til fulla løn í tvey ár er ikki rætt, heldur Peter Skaarup, formaður í tingbólkinum hjá Dansk Folkeparti.
- Eingin á privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum fær fráfaringarløn í eitt so langt tíðarskeið, og politikarir skulu hava somu umstøður sum øll onnur. Tann skipanin, vit hava í dag er alt ov lagalig, sigur hann.
Peter Skaarup heldur, at fráfaringarløn í 3-5 mánaðar er nóg mikið hjá fyrrverandi fólkatingslimum, og sambært honum hevur Dansk Folkeparti ætlanir um at leggja fram uppskot um at broyta hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald