Fyrrverandi pakistanski forsætisráðharrin Pervez Musharraf eru dømdir til deyðan fyri hásvikagerð í einum máli, ið hevur verið til viðgerðar síðani 2013.
Musharraf ið var forsætisráðharri frá 2001 til 2008, er dømdur í einum málið um handfaringina av eini støðu í landinum í 2007, har hann lýsti undantaksstøðu í fleiri vikur.
Stjórnarskipanin í landinum bleiv sett úr gildi, og tjóðartingi bleiv sett frá. Tað sama hendi fyri dómararnar, ið lýstu undantaksstøðuna at vera ólógliga, tá Musharraf royndi at leingja um tíðina sum forsætisráðharri.
Pervez Musharraf royndi bæði í 2013 og 2018 at stilla upp til forsetavali, men ein dómstólur í Pakistan noktaði honum at taka lut í valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald