Uttanlands

Fyrrverandi forseti 20 ár í fongsul fyri mutur

Skal hava tikið ímóti hundraðtals milliónum krónum frá einum byggifelagi, meðan hann var forseti í Peru

Alejandro Toledo var forseti í Peru frá 2001 til 2006 (Savnsmynd: EPA)

Alejandro Toledo var forseti í Peru frá 2001 til 2006 (Savnsmynd: EPA)

2024-10-22 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi forsetin í Peru, Alejandro Toledo, varð í gjár dømdur 20 ár í fongsul fyri mutur, upplýsir Reuters.

Hann var forseti í suðuramerikanska landinum frá 2001 til 2006.

Toledo er dømdur sekur í at hava tikið ímóti 35 milliónum dollarum – umleið góðar 240 milliónir danskar krónur – frá einum byggifelag, sum í dag eitur Novonor. Hetta fyri at felagið skuldi fáa arbeiðið at standa fyri byggingini av einum motorvegi í Peru.

Felagið hevur verið partur í fleiri muturgølum í latínamerika. Eisini fyrrverandi forsetin í Ekvador, Jorge Glas, er dømdur fyri at hava tikið ímóti mutri frá byggifelagnum, skrivar DR.

Enn er óvist hvussu nú 78 ára gamli forsetin kemur at sita dómin. Í farnu viku bað Toledo rættin um at sleppa at sita dómin í heimi sínum, tí hann er sjúkur av krabbameini, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder