Uttanlands

Fyrrverandi forseti í Bolivia fær fýra mánaðar í fongsli

Jeanine Áñez, sum gjørdist fyribils forseti, eftir at Evo Morales varð noyddur at leggja frá sær í 2019, varð handtikin um vikuskiftið

Jeanine Áñez (Mynd: EPA)

Jeanine Áñez (Mynd: EPA)

2021-03-15 08:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð fyrrverandi forsetin í Bolivia, Jeanine Áñez dømd fýra mánaðar fongsulsrevsing.

Dómarin hevur tikið avgerð um, at fyrrverandi forsetin skal inn at sita í Obrajas-fongslinum í bolivianska høvuðsstaðnum La Paz.

Umframt Jeanine Áñez, verða tveir ráðharrar í fyrrverandi stjórn hennara eisini varðhaldsfongslaðir í fýra mánaðir. Talan er um fyrverandi løgmálaráðharran, Alvaro Coimbra, og fyrrverandi orkumálaráðharran, Rodrigo Guzman. Teir báðir skulu sita dómin í San Pedro.

Tað var um vikuskiftið, at Jeanine Áñez og fleiri limir í konservativu stjórn hennara vórðu handtikin. Hon varð ákærd fyri m.a. yvirgang og fyri at eggja til uppreistur, skrivar Ritzau.

Talan er, sambært fyrrverandi forsetanum, um eina politiska mannajagstran, og ákærir hon sosialistiska flokkin MAS fyri at hava "vent aftur til einræði".

Jeanine Áñez er vorðin ákærd fyri at hava framt eitt kvett, sum noyddi fyrrverandi forsetan úr sosialistiska flokkinum, Evo Morales, at fara frá í 2019.

Evo Morales hevði tá verið forseti í næstan 14 ár, men hann varð tvungin at leggja frá sær orsakað av ákærum um valsvik á valinum 20. oktober 2019. Síðani varð Jeanine Áñez fyribils forseti, til skipast kundi fyri nývali.

Á nývalinum í heyst vann MAS aftur valið, og floksfelagin hjá Evo Morales, Luis Arce gjørdist nýggjur forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder