Juan Orlando Hernandez, sum var forseti í Honduras í tíðarskeiðnum januar 2014 - januar 2022, er dømdur 45 ára fongsulsrevsing eftir, at hann í vár varð funnin sekur í einum máli um smugling av rúsevnum.
Eisini skal hann rinda eina bót á átta milliónir dollarar, skrivar tíðindastovan AP.
Hernandez hevur sitið í varðhaldi í Brooklyn í New York, síðan hann í apríl 2022 varð útflýggjaður til USA.
Í mars varð hann funnin sekur í at taka ímóti milliónum av dollarum frá rúsevnissmuglarum afturfyri at tryggja, at yvir 400 tons av kokaini kom fram til USA, og stóð hann til at fáa í minsta lagi 40 ára fongsulsrevsing.
Ákærar ynsktu lívlangt fongsul og søgdu at ein slíkur dómur hevði sent eitt signal til aðrar rúsevnissmuglarar og teirra samseku í stjórnini. Advokaturin hjá Hernandez helt tó ikki, at hann skuldi hava meira enn 40 ár, tí tað er í roynd og veru ein lívlang fongsulsrevsing.
Fyrrverandi forsetin í Honduras hevur undir rættarmálinum noktað seg sekan, og ætlar hann at stríðast ímóti dóminum, sigur advokatur hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald