Uttanlands

Fyrrverandi forsetin í Simbabvi deyður 95 ára gamal

Robert Mugabe var forseti í landinum frá 1987 til 2017. Enn er ógreitt, hvat deyðsorsøkin er.

Robert Mugabe (Mynd: EPA)

Robert Mugabe (Mynd: EPA)

2019-09-06 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi forsetin í Simbabvi, Robert Mugabe, er deyður 95 ára gamal.

Hesum boðar landsins núverandi forseti, Emmerson Mnangawa, frá á Twitter í morgun.

Emmerson Mnangawa skrivar m.a., at Mugabe var ímyndin av frælsi, og at "hansara íkast til søguna um okkara tjóð og landspart aldrin verður gloymt".

Stýrið hjá Mugabe varð ofta fordømt av umheiminum orsakað av m.a. kúganini av hvíta minnilutanum. Men nógvir íbúgvar í Simbabvi síggja Mugabe sum eina krígshetju, sum spældi ein stóran leiklut í stríðnum um sjálvræði hjá landinum.

Mugabe varð forseti í 1987, og hann sat við valdið, til hann varð koyrdur frá í 2017.

Fleiri miðlar skriva, at Mugabe doyði á sjúkrahúsi í Singapore. Enn er tó ógreitt, hvat deyðsorsøkin er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder