Uttanlands

Fyrrverandi Guns N' Roses trummuspælari innlagdur

Sambært løgregluni hevur hann stungið seg sjálvan við knívi, men hvørt hetta var eitt óhapp ella ein sjálvmorðsroynd er ógreitt

Steven Adler (Mynd: EPA)

Steven Adler (Mynd: EPA)

2019-06-30 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi trummuspælarin í bólkinum Guns N' Roses, Steven Adler, er nú innlagdur á sjúkrahúsi.

54 ára gamli tónleikarin skal eitast at hava stungið seg sjálvan við knívi, sigur talsfólk hjá løgregluni í Los Angeles, sambært B.T.

Hildið verður, at hetta var ein sjálvmorðsroynd, men tað er eisini ein møguleiki fyri, at talan er um eitt óhapp, sigur talsmaðurin.

Fyrrverandi trummuspælarin hevur áður verið í trupulleikum. í 1990 varð hann tveittur úr Guns N' Roses vegna rúsevnistrupulleikar. í 2008 luttók hann í realitysendingini "Celebrity Rehab", har fólk kundu fylgja við fólkum, sum fingu viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu.

Tað sigst, at hann í minsta lagi eina ferð, síðan hann varð tveittur út, hevur fingið boð um, at hann var vælkomin aftur í bólkin, um hann kláraði at halda seg frá rúsevnunum, men tað hevur hann ikki megnað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder