Tað stendur um lív hjá fyrrverandi japanska forsætisráðharranum Shinzo Abe. Hann varð skotin undir einari røðu sum hann hevði í vesturjapanska býnum Nara.
Tað upplýsir forsætisráðharrin í Japan, Fumio Kishida, á einum tíðindafundi, skrivar Ritzau.
Læknarnir arbeiða av øllum alvi at bjarga honum.
Tað er ein grovt og óndskapsfult og kann als ikki góðtakast. Eg fordømi hetta. Stjórnin fer at gera alt fyri at svara aftur, sigur forsetin.
Ein 42 ára gamal maður er handtikin fyri drápsroynd av fyrrverandi forstæsiráðharranum. Ein skammbyrsa, sum hildið verður er brúkt til skotálopið, er funnin, skrivar Ritzau.
Sambært japanskum miðlum bløddi Shinzo Abe í hálsinum og var uttan vit, tá hann varð fluttur á sjúkrahús.
Shinzo Abe (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald