Uttanlands

Fyrrverandi kanslari: Putin er sinnaður at samráðast

Avtalan um kornútflutning úr Ukraina er eitt gott útgangsstøði fyri samráðingum um vápnahvíld

Vladimir Putin og Gerhard Schröder. Myndin er frá 2012 (Mynd: EPA)

Vladimir Putin og Gerhard Schröder. Myndin er frá 2012 (Mynd: EPA)

2022-08-03 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ynskir samráðingar um loysn á krígnum í Ukraina.

Tað sigur fyrrverandi kanslarin í Týsklandi, Gerhard Schröder, í eini samrøðu við blaðið Stern og sjónvarpsstøðina RTL/ntv.

Schröder og Putin eru góðir vinir, og fyrrverandi kanslarin hevur verið fyri hørðum ábreiðslum, tí hann ikki vildi fordøma russiska forsetan eftir russisku innrásina í Ukraina. Týskarin sigur, at hann og Putin hittust so seint sum í farnu viku.

- Góðu tíðindini eru, at Kreml ynskir samráðingar um eina loysn, sigur fyrrverandi kanslarin í samrøðuni.

Gerhard Schröder vísir á, at avtalan, ið varð gjørd í farna mánaði um at loyva matvøruútflutningi úr Ukreina, er eitt gott útgantsstøði fyri samráðingum um vápnahvíld, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder