Katólska kirkjan hevur seinastu mongu árini verið rakt av nógvum tilburðum viðvíkjandi kynsligum misbrúki, ið embætismenn í kirkjuni hava framt.
Í morgun frættist, at fyrrverandi kardinalurin í amerkonsku kirkjuni, Theodore McCarrick, hevur mist sítt embæti sum prestur orsakað av ákærum um misbrúk. Hetta upplýsir Vatikanið sambært tíðindastovuni Reuters.
Í fjør misti 88-ára gamli McCarrick sítt heitið sum kardinalur, og nú er hann heilt úti av kirkjuni. McCarrick hevur roynt at kæra dómin, men Frans Pávi og Vatikanið siga, at dómurin er endaligur. DR skrivar, at McCarrick er tann hægsti persónurin innan katólsku kirkjuna, sum er vorðin útihýstur.
Ákærur ímóti Theodore McCarrick komu fram í juni í fjør, tá álítandi upplýsingar komu fram um, at amerikumaðurin hevði misbrúkt ein 16-ára gamlan drong. Hetta er sambært ákærunum farið fram fyri yvir 50-árum síðani. McCarrick er eisini ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 11-ára gamlan drong.
Um nakrar dagar skulu høgtstandandi katolikkar hittast til kreppufund í Vatikaninum fyri at tosa um tær mongu ákærurnar um kynsliga misnýtan innan kirkjuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald