Spanski hægstirætturin hevur í dag givið 9 fólk millum 9 og 13 ára fongsulsrevsing fyri at eggja til uppreistur í sambandi við katalansku fólkaatkvøðuna um loysing í 2017.
Millum teirra er fyrrverandi katalanski varaforsetin, Oriol Junqueras, sum hevur fingið 13 ár.
Tilsamans 12 fólk fingu dóm í málinum í dag, men trý teirra vórðu bert dømd fyri ólýdni, og hetta fáa tey ikki fongsulsrevsing fyri, skrivar DR.
Øll 12 høvdu noktað seg sek í ákærunum um, at tey høvdu eggjað fólk til uppreistur, ólýdni og misnýtslu av almennum peningi í sambandi við fólkaatkvøðuna.
Fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, sum mátti flýggja úr Spania í 2017 og sum í dag býr í útlegd í Belgia, sigur hetta vera stóra skomm.
- 100 ára fongsulsrevsing tilsamans. Hetta er stór skomm! Tað er tíð til at reagera, fyri synir og døtur okkara, fyri fólkaræðið, fyri Evropa, fyri Katalonia, skrivar hann m.a. á Twitter.
Fleiri av teimum, sum í dag fingu dóm hava verið varðhaldsfongslað síðan fólkaatkvøðuna í oktober 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald