Í februar fór Hjalti Gunnarstein brádliga úr starvinum sum landsapotekari. Hóast tað ikki varð alment staðfest tá, stóð skjótt greitt at tað var vegna illgruna um framt lógarbrot.
Í síðstu viku fekk Føroya Rættur málið frá Ákæruvaldinum, sum hevur stevnt fyrrverandi landsapotekarin.
Nú hevur Kringvarpið fingið innlit í ákæruritið og veit í dag at siga, at tíggju ymiskt punkt eru í ákæruritinum móti Hjalta Gunnarstein.
Fingið heilvág á óheimilaðan hátt - ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu
Víst verður á, at táverandi landsapotekarin í einum tíðarskeiði á yvir fimm ár - frá 2016 til og við summarið 2021 - í minsta lagi 20 ferðir hevur sett navnið á einum lækna, sum var givin, á eina resept fyri at fáa heilivág.
Hetta var á Tjaldurs Apoteki í Havn, og kemur hetta undir skjalafalsan. Kringvarpið vísir á, at hetta var pínulinnandi heilivágur og ymsan hátt.
Fyrrverandi Landsapotekarin er eisini ákærdur fyri at misnýta embætið. Hetta sambært grein 155 í revsilógini. Hetta kann hava hava fongsulsrevsing við sær.
Tað er ikki greitt, nær málið kemur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald