Uttanlands

Fyrrverandi pakistanskur forseti deyður

Pervez Musharraf andaðist sunnudagin, 79 ára gamal

Pervez Musharraf (Mynd: EPA)

Pervez Musharraf (Mynd: EPA)

2023-02-06 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi pakistanski forsetin, Pervez Musharraf andaðist í gjár, 79 ára gamal.

Sambært pakistanskum miðlum andaðist hann á einum sjúkrahúsi í Dubai eftir longri sjúkralegu, skrivar Ritzau.

Musharaff tryggjaði sær valdið eftir eitt hernaðarkvett í 1999, har stjórnin hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif varð koppað.

Musharraf, sum var forseti í árunum 2001 til 2008, stuðlaði m.a. "kríggið móti yvirgangi" hjá USA í kjalarvørrinum á yvirgangsálopini í New York og Washington 11. september 2001, hóast átrúnaðarligir flokkar í Pakistan funnust hvassliga at honum fyri hetta.

Ta tíðina hann sat við valdið, varð hann útsettur fyri trimum morðroyndum, og stríddist hann eisini í fleiri ár við einum máli, sum endaði við, at hann varð dømdur til deyða fyri landasvik í 2019. Avgerðin varð tó kolldømd í einum býarrætti nakrar fáar dagar seinni. Musharraf var tá í útlegd í Dubai.

Málið snúði seg um, at hann í 2007 setti stýrisskipanina úr gildi og lýsti undantaksstøðu í landinum í fleiri vikur. Undantaksstøðan varð ógildað, tá Musharaff royndi at leingja sína tíð í forsetaembætinum, og í august 2008 legði hann frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder