Í nátt eru seks palestinskir fangar flýddir úr Gilboa-fongslinum í Norðurísrael.
Teir seks fangarnir, sum deildu kliva eru, sum skilst slopnir úr fongslinum gjøgnum ein tunnil, sum var grivin undir einum vaski, upplýsir ísraelska løgreglan.
Gilboa-fongslið, ið liggur uml. fýra kilometrar frá Vestara áarbakka, verður annars mett at vera eitt av tryggastu fongslunum í landinum. Ein av fangunum, sum flýggjaði í nátt, er fyrrverandi hernaðarleiðarin Zakaria Zubeidi. Hann hevur verið leiðari av al-Aqsa Martyrs' Brigades, sum heldur til á Vestara áarbakka, og sum verður roknað sum ein yvirgangsfelagsskapur av m.ø. ES, skrivar Ritzau.
Tað var um trý-tíðina í nátt, at lokal fólk fingu eyga á "nøkur illgrunasom skapilsi" og boðaðu myndugleikunum frá. Síðani er leiting sett í verk eftir fangunum.
Bæði løgreglan, og herurin luttaka í leitingini. Leitað verður m.a. úr luftini og við hundum.
Ísraelsku fongsulsmyndugleikarnir hava almannakunngjørt eina videoupptøku, har ein smalur tunnil sæst undir einum vaski í fongsulsklivanum hjá fangunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald