Uttanlands

Fyrrverandi ráðharrar ávara móti at seta herin inn

Óttast verður fyri, at Trump roynir at finna eina orsøk at seta herin inn fyri at vera sitandi í forsetasessinum

Virkandi verjumálaráðharri, Christopher Miller. Hann setir forðingar í vegin fyri einum friðarligum valdsskifti, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

Virkandi verjumálaráðharri, Christopher Miller. Hann setir forðingar í vegin fyri einum friðarligum valdsskifti, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

2021-01-04 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allir tíggju fyrrvarandi amerikansku verjumálaráðharrarnir, sum eru á lívi, hava skrivað eitt opið bræv í felag har teir ávara ímóti at blanda herin í valdsskiftið eftir Donald Trump, forseta.

Millum teir, sum hava skrivað undir, eru tveir, sum hava tænt undir Trump, men sum vórðu frákoyrdir, James Mattis og Mark Esper. Hesin seinni varð noyddur at fara frá so seint sum í desember.

Verjumálaráðharrarnir siga í brævinum, sum Washington Post hevur almannakunngjørt, at teir vænta, at verjumálaráðið í Pentagon tryggjar, at valdsskiftið fer friðarliga fram.

- Eitt friðarligt valdsskiftið er eyðkenni fyri fólkaræði. Dómstólarnir hava gjørt sín úrskurð og statirnir hava váttað úrslitið. Nú skal kongressin góðkenna úrslitið eisini, skriva fyrrverandi ráðharrarnir.

Ráðharrarnir, sum koma bæði frá demokratiska og republikanska flokkinum, krevja eisini, at núsitandi leiðslan í Pentagon samstarvar við komandi forsetan, Joe Biden.

- Tey mugu lata vera við at fremja politisk tiltøk, ið undirgrava valúrslitið og forða fyri at nýggj fólk sleppa framat.

Joe Biden hevur í seinastuni kært seg um, at setti verjumálaráðharrin hjá Trump, Christopher Miller og starvsfólk hansara, ikki hava viljað samstarva men seta forðingar í vegin fyri einum friðarligum valdsskifti.

- Hetta er ábyrgdarleyst, tí onnur ikki vinarliga sinnað lond kunnu gera sær dælt av hesi støðuni, ávaraði Biden um herfyri.

Politiskir ráðgevarar, eitt nú fyrrverandi trygdarráðgevin Mike Flynn, sum Trump náðaði herfyri, hava skotið upp, at forsetin setur í verk hernaðarliga undantaksstøðu til tess at tillaga úrslitið eftir sínum vilja.

Eygleiðarar í Washington vísa á, at Trump roynir at eggja til harðskap, tá hann heitir á viðhaldsfólk síni um at koma til Washington 6. januar fyri at mótmæla móti kongressini, tá hon skal góðtaka valið av Joe Biden til nýggjan forseta.

Umfatandi politiskur ófriður kundi givið Trump eina orsøk til at senda boð eftir herinum, óttast fyrrverandi verjumálaráðharrarnir.

- Royndir at blanda vápnaðu amerikansku deildirnar til at loysa valósemjur føra okkum inn á eitt øki, ið er vandamikið, ólógligt og í stríð við grundlógina, skrivar teir tíggju fyrrverandi verjumálaráðharrarnir.

Teir tíggju, sum hava skrivað undir brævið eru Dick Cheney, James Mattis, Mark Esper, Leon Panetta, Donald Rumsfeld, William Cohen, Chuck Hagel, Robert Gates, William Perry og Ashton Carter.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder