51 konservativir tjóðartingslimir siga seg nú stuðla Boris Johnson í formansvalstríðnum. Tó er hann langt aftanfyri Rishi Sunak, sum í skrivandi stund hevur fingið undirtøku frá 109 tinglimum, ið er omanfyri markið, sum krevst fyri at sleppa víðari til næsta valumfar. Bert 23 siga seg stuðla Mordaunt.
Og har eru fleiri, sum hava gjørt greitt, at tey halda tað vera eitt stórt mistak at velja Boris Johnson aftur, bert seks vikur eftir, at hann fór frá.
Ein teirra er David Frost, fyrrverandi ráðharri við ábyrgd av Brexitmálum.
– Boris Johnson fer altíð at vera ein hetja fyri at fáa Brexit avgreitt. Men vit mugu koma víðari. Tað er ikki rætt at seta okkum í vanda fyri at endurtaka tann sama ruðuleikan sum í fjør, skrivar hann á Twitter.
David Frost var ráðharri í Brexitmálum, inntil hann í fjør legði frá sær. Grundgevingin var, at hann var ónøgdur við kósina hjá stjórnini.
Hann sigur, at konservativi flokkurin má finna ein skikkaðan leiðara at savnast aftanfyri. Ein leiðari, sum kann fáa konservativu ætlanirnar avgreiddar.
Malcolm Rifkind, sum sat sum ráðharri undir Margaret Thatcher og John Major í 80unum og fyrst í 90unum, sigur, at tað at seta Boris Johnson aftur í formanssessin og harvið eisini forsætisráðharrasessin hevði verið ringasta dømið um, at mann tekur áhugamálini hjá flokkinum framum áhugamálini hjá almenninginum.
Hann heldur ikki, at Boris Johnson hevur víst nakran áhuga í fíggjarpolitikki, og er eisinast orsøkin til, at fleiri vilja hava hann aftur sum formann, at hann hevur betri møguleika enn aðrir leiðarar at vinna næsta tjóðartingsvalið, sigur hann.
Fyrrverandi innlendismálaráðharrin, Priti Patel sigur seg hinvegin stuðla Boris Johnson.
Hon sigur, at hann hevur prógvað, at hann megnar at handfara stórar avgerðir. M.a. nevnir hon stuðulin til Ukraina, koppsetingarætlanina undir koronu, og Brexit.
Boris Johnson hevur førleikarnar, mandatið og bjartskygnið til at "fáa okkara land gjøgnum hesar truplu tíðirnar", sigur hon sambært The Guardian.
Í løtuni er tað bert Rishi Sunak, sum hevur tryggjað sær undirtøku frá 100 tjóðartingslimum. Um eingin annar megnar hetta áðrenn mánadagin klokkan tvey, verður Rishi Sunak nýggjur formaður í konservativa flokkinum og nýggjur bretskur forsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald