Dick Cheney, sum var varaforseti í USA undir George W. Bush forseta, sigur seg stuðla demokratiska forsetavalevninum Kamalu Harris.
Cheney sigur, at republikanska forsetavalevnið Donald Trump er ein stór hóttan móti USA, og hava borgarar skyldu til at velja land og grundlóg framum partapolitikk.
– Tað er tí, eg fari at velja Harris, sigur Cheney, sum annars sjálvur er republikanari.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november, og sambært veljarakanningum er ikki langt millum Harris og Trump. Fleiri republikanarar hava tó gjørt vart við, at teir eru ónøgdir við Donald Trump.
Millum teirra er dóttir Dick Cheney, Liz Cheney, sum fram til 2023 umboðaði republikanarar í Umboðsmanantinginum. Ein annar er Mitt Romney, senatorur úr Utah, sum fyrr hevur stillað upp til forsetavalið.
Liz Cheney hevur boðað frá, at hon fer at velja Kamalu Harris, og Mitt Romney hevur eisini sagt, at hann ikki kundi funnið uppá at valt Trump, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald