Eftir eitt hálvt ár er John Joel Joseph, fyrrverandi senatorur í Haiti handtikin í sambandi við drápið á landsins forseta, Jovenel Moïse, sum hann er undir illgruna fyri at verða blandaður uppí.
Síðan drápið á Moïse á sumri í fjør, hevur verið leitað eftir manninum, og fríggjadagin varð hann funnin á Jamaika, upplýsir lokala løgreglan sambært Ritzau.
Tað var 7. juli, at vápnaðir menn brutu seg inn í heimið hjá 53 ára gamla forsetanum og drupu hann. Kona hansara varð eisini álvarsliga særd.
Fleiri enn 40 persónar eru handtiknir í málinum, harav fleiri kolumbianskir ríkisborgarar og amerikanarar av haitianskum uppruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald