Uttanlands

Fyrrverandi sendikvinna í Danmark meldað fyri at hava brotið lógina

Carla Sands, sum var sendikvinna hjá USA í Danmark undir Donald Trump, hevur brúkt almenna Twitter-vangan hjá sendistovuni til at deila partpolitiskt innihald

Carla Sands (Mynd: EPA)

Carla Sands (Mynd: EPA)

2021-02-19 19:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Carla Sands, fyrrverandi amerikonsk sendikvinna í Danmark, er meldað fyri at hava brotið eina lóg um politiskt virksemi, meðan hon arbeiddi sum sendikvinna.

Tað framgongur í fráboðan til amerikanska forsetan, Joe Biden, frá U.S. Office of Special Counsel (OSC)

Málið snýr seg m.a. um, at Carla Sands hevur brúkt almenna twitter-vangan hjá amerikonsku sendistovuni til at heita á amerikanarar um at lata fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá nu fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, skrivar Ritzau.

Tað er í stríð við lógina, sum sigur, at samveldisembætisfólk, m.a. sendifólk, skulu arbeiða fyri øllum amerikonskum borgarum, og hava tey tí ikki lov at koma við partapolitiskum útsøgnum.

Carla Sands er fleiri ferðir komin við atfinningum móti táverandi demokratiskum forsetavalevnum, m.o. Joe Biden, Bernie Sanders, Kamala Harris, og Pete Buttigieg.

Eisini hevur hon deilt eina rúgvu av dagføringum frá bólkum, sum stuðla Donald Trump, umframt at hon hevur deilt greinar frá høgravenda miðlinum Breibart á vanganum hjá sendistovuni.

Sambært frágreiðingini fekk Carla Sands eisini fleiri ávaringar og áminningar um, at hon hevði brotið lógina. Sakførarar hjá Carlu Sands skriva í svar til OSC, at teir eru ósamdir í løgfrøðiligu tulkingini og niðurstøðuni.

Carla Sands fór frá sum sendikvinna í Danmark í januar.

[object Object]Carla Sands á vitjan í Føroyum, her avmyndað saman við Boga Jacobsen og Niels Winther í 2018 (Savnsmynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder