Sunnudagin vórðu fýra persónar skotnir til deyðis í Polk County í amerikanska statinum Florida.
Talan var um ein 40 ára gamlan mann, eina 33 ára gamla kvinnu og tríggjar mánaðir gamli sonur hennara, og ein 62 ára gomul kvinna, sum var omma at dreinginum.
Brotsmaðurin, ein 33 ára gamal fyrrverandi sniðskjútti í amerikanska herinum, gav seg yvir til løgregluna, eftir at hann varð vorðin særdur í skotbardaga millum hann og løgreglufólkini. Sagt verður, at hann eisini hevur sært eina 11 ára gamla gentu, skrivar Ritzau.
Hvat elvdi til hendan deyðiliga skottilburðin er ikki greitt.
Maðurin, ið hevur verið útsendur til kríggini í Irak of Afghanistan, hevur sagt løgregluni frá, at hann hevði tikið rúsevnið methamfetamin. Eisini segði hann, at hann er ein "yvirlivari", og segði hann við løgregluna: "tit vita, hví eg gjørdi hetta".
Maðurin varð koyrdur á sjúkrahús fyri at fáa viðgerð fyri skotsár, og á sjúkrahúsinum royndi hann at leypa á løgreglufólk, og máttu læknar geva honum doyvandi heilivág. Eftir at hava fingið viðgerð varð hann koyrdur til eitt lokalt fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald