Uttanlands

Fyrsta almenna ferðin hjá kinesiska forsetanum í tvey ár

Xi Jinping fer til Hong Kong í juli í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at bretar lótu kinesiska meginlandinum Hong Kong, og at býarstýrið fær nýggjan leiðara

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: EPA)

2022-06-25 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juli mánað vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping í Hong Kong í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at fyrrverandi bretska hjálandið varð latið kinesiska meginlandinum.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður hetta fyrstu ferð, sum almenningurin veit um, at kinesiski forsetin ferðast uttanfyri Kina, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri góðum tveimum árum síðani.

Vitjanin verður eisini í sambandi við, at nýggi leiðarin í Hong Kong, John Lee tekur við eftir Carrie Lam, sum hevur staðið á odda fyri býarstýrinum seinastu fimm árini.

John Lee yvirtekur leiðsluna av Hong Kong 1. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder