Innanlands

Fyrsta bensinpumpan í Suðuroy tóm

Einki bensin eftir á Tvøroyri

(Mynd: Effo)

(Mynd: Effo)

2024-06-08 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu vikurnar er tað bara í Suðuroy, at tað hevur verið møguligt at keypt brennievni. Dieselpumpurnar hava verið tómar í nakrar dagar, men nú byrjar eisini at tømast við bensini.

Á yvirlitinum hjá Effo sæst í kvøld, at bensinpumpan á Tvøroyri nú er tóm. Í Hvalba og í Vági er enn bensin eftir.

Sambært tølum, sum Dimmalæting hevur fingið frá Strandferðsluni, eru tað fleiri bilar enn vanligt sum hava verið við Smyrli hesar seinastu tríggjar vikurnar enn sama tíðarskeið í fjør.

Talið liggur um einar 500 bilar fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder