Innanlands

Fyrsta bind av Gøtu húsasøgu kemur út mánadagin

Og bókaframløga verður í Gøtu skúla við Gøtugjógv 21. desember klokkan 19. Tað er søgufrøðingin Erling Isholm, ið hevur arbeitt við tilfarinum, sum savnað var saman, og hann hevur nú skriva tað fyrsta bindið av fleiri, sum ætlanin er at geva út um allar bygdirnar í Gøtu

Bókin er 300 blaðsíður

Bókin er 300 blaðsíður

2021-12-18 18:20 Author image
Tíðindaskriv

20. desember kemur fyrsta bind av Gøtu húsasøgu út.

Fyrsta bókin er um Gøtugjógv og bókaframløga verður í Gøtu skúla við Gøtugjógv 21. desember klokkan 19.

Bókin um Gøtugjógv er fyrsta av fleiri bindum, sum ætlanin er at geva út um allar bygdirnar í Gøtu. 

Bókin er 300 blaðsíður.


Um Gøtu húsasøgu


Víðfevnda tilfarið, sum tey løgdu eftir seg var væl skipaða tilfarið og hópin av øðrum tilfari lá eftir hana, tá ið Arnleyg doyði 29. januar 1997, og Tummas doyði 26. november 1998.

Óluva Húsgarð skipaði fyri at savna alt tilfarið saman. Óluva doyði í 2006 og avgjørt var tá, at arvingarnir hjá Arnleyg og Tummas skuldu gera eina roynd at fullfíggja verkið, sum tey vóru farin undir.

Í 2007 varð lutafelagið Gøtu Húsasøga stovnað. Í royndini at fáa gongd á arbeiðið spurdi felagið søgufrøðingin Erling Isholm, um hann vildi átaka sær at arbeiða víðari við tilfarinum og skriva tað saman til bók. 

Víðfevnt arbeiði

At arbeiða við øllum gøtubygdunum í senn er víðfevnt arbeiði. Tí varð avgjørt at gera partin um Gøtugjógv lidnan fyrst, so man á tann hátt við minstu bygdini kundu gera sær nakrar royndir í, hvat kravdist fyri at koma heilt á mál við verkætlanini.

Við hesi bókini er leisturin somuleiðis lagdur fyri, hvussu arbeiðið við komandi útgávum skal skipast.

Gøtu Húsasøgu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald