Innanlands

Fyrsta desember-valið

Seinastu 30 árini hevur verið ymiskt, nær valdagurin hevur verið, men tað er fyrstu ferð, at val er í desember, vísir uppgerð hjá valurslit.fo

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-09 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hetta fyrstu ferð, at føroyingar skulu á løgtingsval í desember. Tað vísir ein uppgerð hjá hagtalsbankanum valurslit.fo.

Bárður á Steig Nielsen skrivaði í dag út løgtingsval til at vera tann 8. desember 2022.

Heilt frá 1946 til 1990 var løgtingsval í november. Tann vanligasti valdagurin var tann 8. november, men á trimum løgtingsvalum í 1970 árunum var valdagurin tann 7. november. Løgtingsvalið í 1990 var tann 17. november.   

Seinastu 30 árini hevur verið ymiskt, nær valdagurin hevur verið. Tvær ferðir hevur verið løgtingsval í apríl, í 1998 og 2002, og tvær ferðir hevur valdagurin verið í januar, í 2004 og 2008.

Aðrir valmánaðir hava verið juli, august, september og oktober. 

Yvirlit yvir valdagar:
Frá 1946 til 1966: 8. november
Frá 1970 til 1978: 7. november
Frá 1980 til 1988: 8. november
1990: 17. november
1994: 7. juli 
1998 og 2002: 30. apríl
2004: 20. januar
2008: 19. januar
2011: 28. oktober 
2015: 1. september
2019: 31. august

Sí eisini video: Løgmaður: Gav ikki meining at halda fram

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder