Í morgun fór fyrsta farmaskipið úr havnini í ukrainska býnum Odessa, upplýsir turkiska verjumálaráðið.
Seinastu mánaðirnar, meðan kríggj hevur verið í Ukraina, hevur Russland blokerað fyri útflutningi umvegis ukrainskar havnir, men fyri góðari viku síðani gjørdu londini avtalu við ST um at fáa ferð aftur á útflutningin fyri at sleppa undan einari altjóða matvørukreppu.
Turkaland hevur virkað sum semingsmaður millum londini, og kann landið tí úttala seg um málið.
Skipið, sum fór úr Odessa í morgun, eitur Razoni og siglur undir Sierra Leone-flaggi. ST upplýsir, sambært DR, at skipið hevur 26.000 tons av maisi umborð.
Eftir ætlan verður skipið í Istanbul í Turkalandi í morgin, og eftir rannsakan fer skipið víðari til Libanon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald