Mentan

Fyrsta flagið til Argja kirkju verður loyst leygardagin

Sjøtul verður settur á nýggju Argja kirkju leygardagin klokkan 14. Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen, sum eru millum elstu fólk á Argjum, loysa fyrsta flagið.

2026-09-17 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 19. september verður fyrsta flagið til nýggju Argja kirkju loyst.

Hetta verður á hátíðarløtu á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá klokkan 14. Røður verða hildnar og gentubólkurin Tabitha syngur.

Fróði Ólason Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.

Tey, ið loysa flagið, eru Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen. Hesi teljast millum elstu fólk á Argjum, og tey hava øll sitið í kirkjuráðnum. Eftir tað, halda Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, røðu. 

Aftaná verður boðið til kaffi og køku í Argja kirkju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder