Innanlands

Fyrsta flagið til langhylin loyst

Nú byrjar arbeiðið at byggja langhyl í Gundadali fyri 147,5 milliónir krónur

Annika Olsen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Annika Olsen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-12-09 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á samkomu seinnapartin loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið fyri Langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu.

Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum fer at standa fyri byggja altjóða langhylin, sum eftir ætlan verður liðugur við árslok 2023. Høvuðsarbeiðstøkusáttmáli er gjørdur við J&K uppá 147.5 milliónir krónur.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Í tilgongdini fram ímóti Langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar. 

Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder