Innanlands

Fyrsta flagið til nýggja sambýlið á Mýrini loyst

Klárt at fara undir at byggja í juni

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

2021-03-02 22:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag varð fyrsta flagið til nýggja sambýlið, sum skal byggjast á Mýrini í Hoyvík, loyst. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ið loysti flagið. 

- Henda verkætlanin, sum í dag fer av bakkastokki, hevur ein drúgva søgu. Sum øll vita, stóðu tvey sethús her frammanundan, sum var heimið hjá 11 fólkum við menningartarni. Men hesi húsini vóru í ringum standi, og tí valdi man at taka hesi niður og byggja eitt nýtt sambýli, segði landsstýriskvinnan millum annað.

- Hendan verkætlanin byrjaði at álvara í 2017, tá verklagslógin varð løgd fyri Løgtingið. Tá var ætlanin at byggja tveir vardar bústaðir fyri 58 mió. kr. Men tað vísti seg skjótt, at tann kostnaðarmetingin fór ikki at halda. Tí var broytingaruppskot lagt fyri Løgtingið í desember 2020, og samtykti Løgtingið einmælt at byggja sambýlið á Mýrini í januar í ár. Høvuðsprosjektið verður liðugt um ein mánað, og verða arbeiðstøkurnar bodnar út í mai, og klárt at fara undir at byggja í juni.

- Nýggja sambýlið verður til 18 fólk við lættari og tyngri menningartarni, og ymsum førleikum at klára seg sjálvi í dagligdegnum. Hetta hevur man tikið hædd fyri í innrættingini, og tí verða tað fleiri ymiskt bútilboð í nýggja sambýlinum, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder