Innanlands

Fyrsta flagið verður loyst í morgin

Gongd verður nú sett á arbeiðið at gera nógv umrøddu tunlarnar Norður um Fjall, sum eftir ætlan skulu standa lidnir um fýra ár

Her verður tunnilsmunnin í Ánunum (Mynd: Pól Sundskarð)

Her verður tunnilsmunnin í Ánunum (Mynd: Pól Sundskarð)

2021-02-07 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í morgin verður sjøtul settur á arbeiðið at gera nógv umrøddu tunlarnar Norður um Fjall. Tá byrjar arbeiðið at gera arbeiðsvegir til komandi tunnilsmunnarnar.

Landsverk skipar hátíðarhaldi fyri innbodnum í Ánunum, har annar tunnilin, Árnafjarðartunnilin fer inn.

Arbeiðið sum verður mett at taka fýra ár, fevnir um tveir tunlar. Annar úr Ánunum til Árnafjarðar, og hin úr Árnafirði og til Norðdepil.

[object Object]

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi. Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder