Innanlands

Fyrsta formansumfar verður í annaðkvøld

Komandi vikurnar skipar Kringvarpið millum annað eisini fyri fýra veljarafundum

Formansumfar frá fólkatingsvalinum - Mynd: Sverri Egolm

Formansumfar frá fólkatingsvalinum - Mynd: Sverri Egolm

2019-08-05 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru smáar fýra vikur til løgtingsvalið. Vikurnar og dagarnir upp til verða merktir av valstríðið - millum annað í Kringvarpinum. 

Veljarafundir verða fyriskipaðir á Giljanesi 14. august, í Salt á Tvøroyri 21. august, í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík 28. august og í Kongshøll í Havn 30. august. Á veljarafundurin í Kongshøll verður samstundis seinasta kjakið áðrenn valið. 

– Vit fara at taka ymisk evni upp á teimum ymisku valfundunum, sum verða kring landið. Men kanska ferðavinna verður tikið upp í Vágum, útjaðarapolitikkur á Tvøroyri og fiskivinna í Klaksvík. Alt er tó ikki komið upp á pláss og onnur evni verða eisini tikin upp, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.

Í útvarpinum fer valið eisini at fylla nógv. Fyrsta "stóra" valsendingum verður tó í sjónvarpinum í annaðkvøld, eftir at Dagur & Vika hevur verið, har teir níggju floksformennirnir sleppa til orðanna.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder