Innanlands

Fyrsta kreppuhjálpin úr Føroyum í dag

Ein bingja er farin úr Føroyum og er á veg til Moldova. Hjálpin verður frammi longu mikudagin

(Mynd: Eysturhjálp)

(Mynd: Eysturhjálp)

2022-03-04 17:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag er ein bingja við 90 kubikkum, svarandi til 10 tons av kreppuhjálp farin úr Føroyum ávegis til Moldova. Hjálpin verður frammi longu nú mikudagin.

NGO Neyðhjálparfelagsskapurin Eysturhjálp stendur fyri hesum arbeiði.

Kreppuhjálpin er til flóttafólk sum koma úr Ukraina, har tey noyðast at velja stytsta veg út úr landinum, sum er til Moldova.

Sum øll vita so er tað mest kvinnur og børn saman við eldru monnum sum flýggja úr Ukraina.

Tíverri er tað ræðandi nógvar mammur við børnum og eldri pør sum noyðast at flýggja, nógv av teimum eru til gongu, meðan eisini nógv flýggja í egnum bili.

Landið sjálvt Moldova, sum er einasta u-land í Evropa, megnar ikki at hjálpa til men ein rúgva av samkomum og øðrum sjálvboðin í Moldova gera eitt megnar arbeiði, døgnið runt, so eru tey har við teim neyðstøddu.

Har norðuri í Moldova sum vit hava arbeitt í nógv ár, er ikki so nógv fokus frá alheiminum og tískil heldur ikki nógv hjálp at heinta uttan í frá, tískil er okkara hjálp ein sera sera vælkomin hjálp.

Tey bøna og biðja um hjálp og rópið og skríggini um hjálp blíva bara harðari og harðari fyri hvørja nátt sum gongur, tí tali av flottum veksur ekstremt skjótt.

Tað sum tey nú mangla nógv av er pláss at leggja fólk, madrassur, seingjarklæðir, teppir, dýnur, mat, blæur, bind, brenni evni til bilarnar, sum skulu víðari eins til ferðaútreiðslur til tey sum ongan bil hava sjálvi.

Vit hjálpa til, men mangla nógvar pengar til sjálvt hjálpararbeiðið í Moldova.

Fólk kunnu vera við í arbeiðinum við at flyta pening á konto 9865 993.140.0

Næsta sending av kreppuhjálp fer longu nú komandi fríggjadag. Um stutta tíð so er treingjandi at hjálpa til, til tey sum ikki sluppu víðari.

Eysturhjálp við Anskar og Jóhanna Hansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder