Uttanlands

Fyrsta kvinna at hava forsetavaldið í USA

Fyrrapartin í gjár sat varaforsetin, Kamala Harris við forsetavaldinum, meðan Joe Biden var undir narkosu í sambandi við læknakanning

57 ára gamla Kamala Harris hevði í gjár forsetavaldið í USA, meðan Joe Biden, forseti var undir narkosu (Mynd: EPA)

57 ára gamla Kamala Harris hevði í gjár forsetavaldið í USA, meðan Joe Biden, forseti var undir narkosu (Mynd: EPA)

2021-11-20 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar gjørdist 57 ára gamla Kamala Harris fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA, og í gjár gjørdist hon eisini fyrsta kvinnan at sita við forsetavaldinum í USA.

Forsetin, Joe Biden var í gjár undir narkosu í sambandi við vanligari læknakanning. Tí fekk varaforsetin fulla forsetavaldið eitt stutt tíðarskeið fríggjadag fyrrapart.

Talan var bert um ein tíma og 25 minuttir, sambært CNN.

Talan var um eina vanliga koloskopikanning – ein kikarakanning av langanum, sum vanliga ikki verður mett at vera vandamikil.

Sambært talsfólki hjá Hvítu Húsunum, Jen Psaki, er tað vanligt at handa varaforsetanum valdið á hendan hátt, og hendi tað sama, tá fyrrverandi forsetin George W. Bush skuldi ígjøgnum eina líknandi kanning í 2002 og 2007.

Funnu ein svull

Joe Biden, ið fyllir 79 ár í dag, er elsti persónur, sum hevur sitið í forsetasessinum í USA. Tí eru gitingar um, at hann møguliga ikki fer at stilla uppaftur á næsta vali í 2024, men tað hevur hann tó áður sagt, at hann roknar við at gera.

Biden hevur lovað fullkomuligt gjøgnumskygni í sambandi við upplýsingum um heilsustøðu sína.

Kanningin í gjár var ein partur av árligu læknakanningunum av forsetanum, og upplýst varð seinnapartin í gjár, at Biden var við gott mót, og var hann aftur førur fyri at taka sær av arbeiðsuppgávunum.

Í kanningini varð funnin ein góðkynjaður svullur, sum so varð tikin, skrivar Ritzau.

Læknin upplýsir eisini, at Joe Biden vigar 83 kilo, og at blóðtrýst hansara er 120/70. Eisini verður upplýst, at forsetin tekur fimm sløg av heilivág fyri m.a. ov høgt kolesterol og ovurviðkvæmi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder