Uttanlands

Fyrsta kvinnan í amerikanska hægstarættinum deyð

Sandra Day O'Connor, sum í 1981 gjørdist fyrsti kvinnuligi hægstarættardómarin í USA, andaðist í gjár, 93 ára gomul

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-02 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sandra Day O'Connor, fyrrverandi hægstarættardómari í USA, andaðist í gjár, 93 ára gomul. Hon andaðist í heimi sínum í Phoenix í Arizona, boðar amerikanski hægstirætturin frá sambært CNN.

Hon skrivaði søgu, tá hon í 1981 gjørdist fyrsti kvinnuligi dómarin at sita í amerikanska hægstarættinum. Hon varð útnevnd av táverandi forsetanum, Ronald Reagan.

O'Connor var mett at vera ein konservativur dómari, hóast hon eisini atkvøddi saman við teimum liberalu dómarunum í ávísum málum.

Hægstarættardómarar kunnu sita fyri lívið, men O'Connor valdi at fara frá í 2006.

O'Connor varð fødd í El Paso í statinum Texas 26. mars í 1930. Sum ung las hon løgfrøði og búskaparfrøði á tignarliga Stanford universitetinum í Kalifornia. Seinastu árini hevur hon havt trupulleikar við heilsuni, og í 2018 boðaði hon frá, at hon hevði fingið staðfest demens.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder