Mentan

Fyrsta netútgávan av STROK

Neyðugt var at finna aðrar loysnir til barnabløðini STROK og Píka7, sum fara út til børn ígjøgnum skúlarnar, tá stovnar máttu steingja orsakað av korona

2020-06-08 14:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá skúlarnir lótu aftur orsakað av korona, gjørdist tað neyðugt at finna aðrar loysnir til barnabløðini STROK og Píka7, sum fara út til børn ígjøgnum skúlarnar. Úrslitið gjørdist tvey øðrvísi barnabløð: ein serútgáva av Píka7 og ein netútgáva av STROK.

Tey nýggju barnabløðini eru nú komin, og talan er um tvær stórar og rættiliga ymiskar útgávur, bæði tá talan er um innihald, miðil og útsjónd. Tá skúlarnir lótu upp aftur, vóru tað nevnliga ikki allir flokkar, sum byrjaðu í senn. Tí máttu bløðini røkka út til næmingarnar upp á hvør sín máta.

[object Object]

Flestu lesararnir hjá Píka7, sum eru børn í 1.-3. flokki, byrjaðu aftur í skúla í apríl, og tí bleiv Píka7 til eina stóra útgávu við tveimum bløðum í einum. Í Píka7 eru samrøður, greinar um dýr og bókstavir, matuppskriftir og annað forvitnisligt, og temað hesa ferð er smákykt. Eitt sindur um korona í barnahædd er eisini í blaðnum og eyka nógvar stuttligar uppgávur at loysa.

Fleiri av lesarunum hjá STROK byrjaðu ikki aftur fyrr enn í mai, og tí bleiv STROK hesa ferð til eitt netblað – tað fyrsta av sínum slag.

Hóast ætlanin er, at STROK framhaldandi skal vera pappírsblað, so var hetta eisini eitt høvi til at framleiða føroyskt, talgilt tilfar til børn og ung. Netblaðið liggur á strok.fo og er tøkt hjá øllum at lesa, og tað kann lesast sum eitt vanligt blað, ið tú blaðar í. Samstundis er tað eitt ”livandi” blað, har tekstur og myndir flyta seg, og filmsbrot eru eisini í tí.

Í blaðnum er stórt tema um e-sport, sum helst er tann einasta ítróttagreinin, sum er íðkað nógv í koronatíðini. Ein korona-tíðarlinja, nógv ummæli, gaman, flovisligt og aðrir fastir teigar eru sum vant í blaðnum. Um tú heldur vilt hava blaðið sum pappírsblað, kanst tú taka netútgávuna niður og prenta tær hana.

[object Object]

Píka7 vendir sær til 5-9 ára gomul børn, og STROK vendir sær til børn, sum eru 10 ár og eldri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder