Uttanlands

Fyrsta neyðhjálpin komin fram til Tonga

Altjóða flogvøllurin í Tonga er nú so mikið ruddaður fyri øsku, at tað ber til hjá flutningsflogførum at lenda

Eitt Hercules flutningsflogfar var tað fyrsta at koma við neyðhjálp til Tonga

Eitt Hercules flutningsflogfar var tað fyrsta at koma við neyðhjálp til Tonga

2022-01-20 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt hernaðarflogfar við neyðhjálp hevur nú verið í oygglandinum Tonga í Kyrrahavinum, sum leygardagin varð rakt av eini ógvusligari gosspreinging.

Tað upplýsti herurin í New Zealandi tíðliga í morgun, okkara tíð.

Gosspreingingin hevði eina flóðaldu við sær og sendi skýggj av øsku inn yvir allar Tonga-oyggjarnar.

Fleiri bygdir vórðu lagdar í oyði, og trot hevur verið á reinum drekkivatni síðan hendingina.

Flogfarið úr New Zealandi var tað fyrsta, ið lendi á altjóða flogvøllinum í Tonga síðan hendingina.

- Flogfarið hevði neyðsynjarvørur við til at brúka í slíkum kreppustøðum, so sum reint vatn, tjøld, generatorar, reinførisvørur og samskiftisútgerð, sigur uttanríkisráðharrin í New Zealandi, Nanaia Mahuta.

Eitt hernaðarflogvar úr Avstralia lendi eisini á Tonga í gjár. Umframt neyðhjálp hevði flogfarið eisini eina sópingarmaskinu við, sum skal rudda øskuna í floghavnini.

Enn eitt flogfar verður sent avstað úr Avstralia til Tonga í dag, skrivar Reuters. Avstralia er eisini við at gera eitt skip frá herflotanum klárt at fara til oyggjalandi við neyðugari hjálp.

Tað hevur verið sera trupult hjá umheiminum at fáa yvirlit yvir oyðileggingarnar og tørvin á mati, heilivági og øðrum neyðsynjavørum, tí so at siga einki samskifti hevur verið við oyggjalandið síðan hendingina.

Hetta orsaka av, at undirsjóvarkáplar vórðu oyðilagdir av ógvulig gosinum.

Almenna talið av fólkum, sum hava latið lív, er framvegis fýra, men nógv hava fingið skaða í sambandi við náttúruvanlukkuna. Hesum boðaði stjórnin í Tonga frá týsdagin í síni fyrstu fráboðan eftir ógvusligu hendingina, ið varð kallað “ein vanlukka, sum ikki hevur sín maka”.

Á oynni Mango eru øll húsini løgd í oyði. Á oynni Fonoifua standa bert tvey hús eftir og eisini Nomuka-oyggin hevur fingið nógvar skaðar.

Tey eru farin at flyta fólk av oyggjunum, sum eru harðast raktar.

Umframt tær mest neyðugu vørurnar úr New Zealandi og Avstralia, so kannar ST nú møguleikarnar fyri at senda neyðhjálp til Tonga, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder