Í morgun um hálvgun nýggju tíðina náddi norska verjuskipið KS Svalbard 90 stig norðurbreidd, og gjørdist sostatt fyrsta norska skipið á Norðurpóli, skrivar Aftenposten.
Svalbard er á eini uppgávu fyri Nansen-sentret í Bergen, sum snýr seg um millum annað at leggja mátitól á bavbotnin, ið skulu máta hitan og hitalagið í arktiska havinum. Tað tók bert trý og eitt hálvt samdøgur at náa pólinum frá tí at tey fóru inn í ísin eystan fyri Svalbard sunnudagin.
- Tað gekk skjótari enn vit høvdu roknað við frammanundan. Vit trúðu at vit skuldu gjøgnum tjúkkari ís, og vóru als ikki vís í at náa fram, sigur ovastin fyri Kystvakten, Ottar Haugen við norska TV2.
KS Svalbard er frá 2001. Skipið er 103 metrar langt, 19 metrar breitt og vigar 6.375 tons.
Í 1893 royndi Fritjof Nansen við skútuni Fram at sigla til Norðurpólin, men hann kom ikki longur enn til 86 norðurbreiddarstig.
Í 1918 royndi Roald Amundsen tað sama við Maud, tá hann setti skipið fast í ísin í royndini at reka yvir Norðurpól, men heldur ikki tann royndin eydnaðist. Í 1926 kom hann tó yvir pólpunktið í luftskipinum Norge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald