Ódnin Fiona veksur í styrki og er frá at vera ein ódn í fyrstu kategori nú ein ódn í aðru kategori.
Eftir at hava herjað Puerto Riko við vatnflóð og streymsliti, er ódnin nú komin til Dominikanska Lýveldið. Her er streymurin farin í frítíðarbýnum Punta Cana, og fleiri vegir floymdir ella forðaðir av niðurdotnum trøðum og el-steyrum, skrivar AFP-tíðindastovan sambært dr.dk.
Amerikanska veðurstovan, NHC, sum heldur serligt eyga við ódnunum, ávarar um, at Fiona kann styrkjast so hon gerst lívshóttandi í økjunum, hon rakar. Roknað verður við, at hon veksur til eina ódn í triðju kategori í dag, og harvið gerst hon fyrsta stóra atlantiska ódnin í hesum umfari.
Sambært NHC er vindferðin í Fionu 161 kilometrar um tíman, svarandi til knappar 45 metrar um sekundið, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald