Innanlands

Fyrsta Oy ølin komin á marknaðin

Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar og rennur í dag úr kranum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum kring landið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-08 18:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey ár eftir at farið varð undir fyrireikingarnar til eitt nýtt føroyskt bryggjarí, er fyrsta Oy ølin, komin út í dag.

Hesum boðar bryggjaríið frá í tíðindaskrivi.

Fólk hava regluliga fregnast um gongdina, og afturvendandi boðini hava verið, at tey gleða seg til at sleppa at bíleggja ”oyna OY”. Fólkið hevur sostatt talað, og hava vit tí valt, at hendan fyrsta ølin sjálvandi bara skal eita OYN OY, sigur bryggjaríið.

Navnið sipar harvið bæði til eina øl og eina oyggj, og kann bert tíðin vísa, hvussu tað fer at ganga, tá fólk brádliga skulu bíleggja tvær av slagnum.

OYN OY er ein rein og frísklig pilsnarøl við einari alkohol styrki á 5,2%. Hon hevur ein góðan maltsmakk og er løtt at drekka. Harafturat hevur hon ein væl javnvigaðan dám av hunangi, hoyggi og humlu.

Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar, og rennur í dag úr kranunum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum í bygd og býi. Bryggjað verður við fullari ferð, so skjótt verður OYN OY at fáast kring alt landið, í bæði krana og í dós.

- Afturmeldingar hava higartil verið sera góðar, og vit eru sera spent at hoyra enn meira frá tykkum, sigur bryggjaríið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder