2020-06-11 14:20
Í dag bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd.
Tað skrivar heimasíðan hjá Miðnám á Kambsdali.
Um hálvgun ellivutíðina í morgun fekk Sakarea Eyðsteinsdóttir Olsen húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í sølubúskapi.
Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er tann fyrsta av ársins 171 pisum á Dalinum floygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald